Fólkatalið var 50.045 tann 1. apríl. Tað skrivar Hagstovan í morgun.Tað vaks við 762 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum apríl 2016 – mars 2017.
- Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 462, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 300, ið er munurin millum fødd og deyð. Burðaravlopið er tað størsta síðani 2007, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú, skrivar Hagstovan.
Bæði minkað fráflyting, økt tilflyting og økt burðaravlop skapa stóra fólkavøksturin
Hagstovan skrivar í morgun, at tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Men samstundis hevur eisini burðaravlopið ment seg aftur upp á 300, eftir at tað fyri nøkrum fáum árum síðani var ein triðing lægri.
- Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1176, ið fluttu av landinum í fjør. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002, skrivar Hagstovan.