Afghanistan
Umboð hjá ST í Afghanistan siga í einari frágreiðing, at umleið 50 afghanskar kvinnur, sum eru við barn, doyggja í burðartíðini.
Um orsøkina sigur ST, at hetta kemst partvíst av vánaligum heilsu- og fíggjarviðurskiftum, men at mentanarligar og átrúnaðarligar bindingar eisini eiga sín stóra lut í hesum.
ST vísir á, at trot er á læknum í Afghanistan. Serliga er trot á kvinnuligum læknum, og tá nógvir menn ikki vilja loyva konuni at fara til ein mannligan lækna, noyðast tær at leita sær hjálp hjá onkrari jarðamóður, sum í flestu førum ikki hevur nakra útbúgving.
Myndugleikarnir í Kabul hava ásannað trupulleikan og hava nú sent eina sendinevnd til Iran at kanna, hvussu skipanin er har.