6-0 til EB/Streym

Tað er rættuliga skrædnað í Sørvági, har EB/Streymur eitt korter undan leikloki er frammanfyri 6-0. 75 min.

6-0

EB/Streymur er rættuliga við at smyrja 07 Vestur av í Sørvági, har vindurin og regnið darva rættuliga nógv.

Fyrra partin av 2. hálvleiki hevur EB/Streymur skorað fýra mál.

Daniel Udsen skoraði sítt triðja mál, tá ið hann við fínum frísparki økti um leiðsluna til 4-0, og síðani hevur Arnbjørn Hansen skorað tvær ferðir.

 

--

 

50 min.

0-3

Arnbjørn Hansen hevur eftir einmansavrik økt um EB/Streyma leiðsluna, og harvið kann tað ikki roknast við øðrum, enn at øll stigini eru á veg úr Vágum og norður í Sundalagið.

Í 2. hálvleiki hevur 07 Vestur vindin undan, og tað kundi borið við sær, at møguleiki verður fyri langskotsroyndum, men higartil hevur einki verið at sæð til hetta.

 

---

 

40 min.

0-2

Miðvallarin og landsliðsspælarin Daniel Udsen er í hopla í kvøld. Fyri fimm minuttum síðani sendi hann við høvdinum bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen.

 

--

 

25 min.

0-1

Daniel Udsen hevur lagt EB/Streym á odda. Talan var um fínt langskot, sum streyk inn við stólpanum.

 

---

 

Líkindini at spæla eru tolulig. Tað regnar í Sørvági, og lotið er frískt. Gestirnir hava lotið undan í 1. hálvleiki.

 

07 Vestur-EB/Streymur

Dómari:

07 Vestur: Kristian Joensen - , Tehé Aristide, Jón Nielsen, Rógvi E. Nielsen - Eli F. Nielsen, Jovan Panic, , Jens Erik Rasmussen, Tór-Ingar Akselsen - Clayton Soares

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen - Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen, Daniel Udsen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen