6 heiðursmerkir í Rom

Føroyingarnir í Rom hava fingið nøkur fantastiska góð úrslit. Allir sum ein hava tey sett persónligt mett, og hava tey vunnið seks heiðursmerki  tríggjar gull, tvør silvur og eina bronsu

SPECIAL OLYMPICS

Special Olympics í Rom er av og Føroyar hava fingið nøkur framúr góð úrslit. Ikki færri enn seks heiðursmerki eru komin í hús, og tí kunnu luttakararnir við góða samvitsku njóta endahátíðina, sum verður í kvøld.

Apolonia tvær gullmedaljur
Apolonia var heiðursmerkjaslúkurin í føroyska hópinum. Í svimjing vann hon gull í 50 metur firvald og 50 metur bringu, umframt at hon eisini vann silvur saman við Ragnvaldi í stafettini.
Ragnvaldur sjálvur vann eisini gull í 200 metur frísvimjing, og eina silvurmedalju ognaði hann sær eisini í 100 metur bringu.
Bronsumedaljuna fekk Kristian Martin í kúlukasti. Hann varð annars diskvalifiseraður, men henda avgerð varð tikin upp til viðgerðar og vísti tað seg, at vera ein skeiv avgerð, og tí var Kristian Martin við aftur í kappingini.
Tað fegnaðust tey í føroyska hópinum um, og Kristian Martin kvitteraði við at skaffa føroyska hópinum eina bronsumedalju, soleiðis at liðið sleppur heim við metalli av øllum slag.