60 børn standa uttan viðgerð frá 1. apríl

Starvsfólkini í Viðgerðarstovuni eru uppsøgd og frá 1. apríl koma 60 børn og ung við trupulleikum og brekum at standa uttan ergoterapeutiska viðgerð. Orsøkin er lyftisbrot frá Heilsu- og almannamálaráðnum. 60 børn og ung, sum hava tørv á ergoterapi, standa uttan viðgerð frá 1. apríl í ár, eftirsum játtaninar frá Almannastovuni fara úr gildi 31. mars.

- Umframt hesi, eru umleið 30 børn sum hava bíðað upp í hálvt ár eftir játtan til viðgerð frá Almannastovuni. Fleiri hava sostatt bíðað síðan septembur 2009. Tað boðar Viðgerðarstovan frá í tíðindaskrivi.

- Børnini eru kannaði av serfrøðingum sum hava staðfest serliga tørvin, eins og læknar hava ávíst teimum ergoterapeutiska viðgerð. Hóast talan also er um børn sum eru í vanda fyri álvarsligum avleiðingum, orsakað teirra trupulleikum og brekum, velur Almannastovan at brúka upp í hálvt ár at viðgerða eina umsókn um ergoterapi, staðfestir Viðgerðarstovan.

- Sjálvt um øll mannagongd fylgir kunngerðini, letur Almannastovan børnini ganga uttan ta hjálp, ið tey hava fyri neyðini og rættindi til.

Heilsumálaráðið og Almannaráðið lovaðu í fjør, at ergoterapi til børn og ung ikki fór at detta niður fyri. Ein sáttmáli skuldi gerast millum Ergoterapeutfelagið og Heilsutrygd, og skuldi hesin vera klárur 1. apríl 2010.

Eingin sáttmáli er kortini gjørdur og játtanirnar hjá børnunum ganga út 31.

mars. Tí noyðist øll viðgerð at steðga nú, boðar Viðgerðarstovan frá.

Síðan nýggja kunngerðin kom út í januar í fjør, hevur tað verið óvist hvat skuldi henda við teimum 100 børnunum. Sambært kunngerðini, skuldi eingin játtan framyvir verða latin ergoterapi uttan so, at ein sáttmáli varð gjørdur við Sjúkrakassan.

- Hetta málið varð tikið upp í miðlunum og tinginum fyri jól, og tá var avgerð tikin um at gera sáttmála. Eisini segði Rósa Samuelsen við útvarpið, at talan var ikki um sparingar, men eina tryggjan av góðskuni. Sostatt skuldi alt virka óbroytt. Kortini hevur verið talan um stórar sparingar, sum Almannastovan hevur framt við antin at nokta nýggjum børnum viðgerð, ikki at leingja játtanir ella við at draga málsviðgerðina út, vísir Viðgerðarstovan á.

- Viðgerðarstovan, ið hevur veitt børnum og ungum ergoterapeutiska viðgerð síðan 2001, hevur fríggjadagin sagt øll starvsfólk úr starvi. Hetta eru ergoterapeutar við hollari vitan og drúgvum royndum innan barnaøkið.

Nú er bert ein ergoterapeutur eftir í starvi til at viðgerða tey fáu, sum hava longri játtan enn til 31. mars, sigur Viðgerðarstovan.