Sambært tølum hjá Havnarskrivstovuni fóru sløk 600.000 tons um bryggjukantin í Fuglafirði í 2015. Útflutningurin var serliga frystar fiskavørur, mjøl, fóður og olja, og innflutningurin var mest rávøra til Havsbrún og Pelagos, frystar fiskavørur til Bergfrost og olja til Effo Bunkers.
Í fjør fóru eisini 40.000-50.000 tons av ymiskum frystum fiskavørum í bingjum úr goymsluni hjá Bergfrost og av bygdini, og tá fiskur fer av havnalagnum á henda hátt, fæst einki vørugjald fyri fiskin, og kommunan missir inntøkur.
Í miðal fara soleiðis einar 40 bingjur um vikuna úr Fuglafirði eftir landavegnum, sum einki vørugjald fæst fyri.
Men, nú fáa fuglfirðingar eftir øllum at døma skjótt eina bingjuhavn. Økið, har frystibingjurnar koma at standa millum Havsbrún og Bergfrost, er einar 10.000-12.000 fermetrar stórt, og við tveimum bingjum á hædd kunnu rættiliga nógvar bingjur standa á økinum í senn.
Nú Pelagos-bryggjan er longd við 60 metrum inneftir, eru umstøðurnar við havnalagið nógv betraðar, og nú kunnu stór uppsjóvarskip liggja og landa, samstundis sum farmaskip liggur við bryggju og lastar frystar vørur.
Nógva vinnuliga virksemi í Fuglafirði krevur eisini rættiliga nógva orku, og nýggj háspenning er løgd av vestara landi í Fuglafirði og um fjørðin. Háspenningin endar inni á Pelagos, og haðani verður hon løgd heim á bingjuøkið, sum eisini fer at krevja nógvan streym.