646 ársverk í innkomandi ferðavinnuni

Í 2022 vóru 646 ársverk í innkomandi ferðavinnuni í Føroyum, vísir kanning

Men kanningin vísir tó ikki, hvussu stórur partur av ársverkunum eru útlendsk starvsfólk. 

Tað sigur Høgni Hoydal millum annað í svari til grein 52a fyrispurning frá Árna Skaale, løgtingsmanni Fólkafloksins.

Árni Skaale spurdi soleiðis:

1. Hvussu nógv ársverk eru í ferðavinnuni?

2. Hvussu nógv útlendsk starvsfólk arbeiða í ferðavinnuni samanborið við talið av ársverkum í vinnuni?

3. Hvat er miðalinntøkan fyri ein persón, sum arbeiðir í ferðavinnuni, og hvat er median inntøkan?

4. Hvussu er fordeilingin av størvum í ferðavinnuni, býtt uppá økir í landinum?

5. Hvussu nógvar fyritøkur í Føroyum eru skrásettar sum ferðavinnufyritøkur?

Høgni Hoydal, landsstýrismaður sigur í svarinum, at Hagstova Føroya ger, eftir umbøn frá Visit Faroe Islands, árliga kanning av, hvussu nógvan pening vitjandi ferðafólk, sum koma úr útlondum, leggja eftir seg í Føroyum, umframt at kanna talið av ársverkum í innkomandi ferðavinnuni.

– Spurningar um sølu, útreiðslur og ársverk verða settir til úrvaldar fyritøkur, ið verða mettar at hava viðskifti við ferðafólk. Út frá hesum spurningum verður ein meting gjørd av bruttovirðisøkingini og umsetninginum av virkseminum frá innkomandi ferðavinnuni, umframt at meting verður gjørd av tali av ársverkum, sum eru tongd at hesi innkomandi ferðavinnu, sigur landsstýrismaðurin.

Hann vísir á, at virksemið, ið einstaklingar standa fyri, ið ikki er partur av einum felag, m.a. útleigan av egnum bústaði gjøgnum Airbnb, er ikki við í hesari kanningini.

– Kanningin vísir, at ársverkini í innkomandi ferðavinnuni í 2022 vóru 646 í tali. Hagtølini vísa ikki, hvussu stórur partur av ársverkunum eru útlendsk starvsfólk. 

– Ferðavinnufyritøkur eru skrásettar í fleiri vinnugreinum, og nógvar fyritøkur hava bert ferðavinnu sum ein part av sínum virksemi. Vit hava tí ikki metingar um talið av ferðavinnufyritøkum, og heldur ikki fyri inntøkubýtið í ferðavinnuni.

Landsstýrismaðurin sigur víðari, at Løgtingið hevur játtað Visit Faroe Islands pening til, saman við Hagstovuni, at framleiða hagtøl.

Metti kostnaðurin av hesum er 900 tús. kr. um árið. Afturat hesum skal ein spurnakanning gerast triðja hvørt ár, ið er mett at kosta 350 tús. kr.

– Arbeiðið at skipa grundarlagið undir hagtalsarbeiði og dátuinnsavnan er byrjað, og verður tað gjørt eftir altjóða leistinum fyri ferðavinnuhagtøl Tourism Sattelite Account (TSA), sum er mentur av heimsfelagsskapinum fyri ferðavinnu World Tourism Organization (UNTWO).

– Hagstovan hevur sett fólk til burturav at menna ferðavinnuhagtølini. Hetta er tó eitt stórt arbeiði og roknast má við, at eitt ár gongur, áðrenn hagtøl fara at spyrjast burtur úr. Næstu árini fer hagtalsgrundarlagið tí at batna munandi, so at tað m.a. ber til at síggja hvørjum tænastum, ferðafólk spyrja eftir kring um í landinum og hvussu nógv tey leggja eftir seg, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum í svarinum til Árna Skaale, løgtingsmann Fólkafloksins.