70ára dansur í Tvøroyrar Klubba

Fríggjakvøldið borðreiða Deiggj við dansivinarligum 70ára tónleiki í Tvøroyrar Klubba. Hetta er fyrstu ferð síðan á jóansøku, at Deiggj spæla á heimavølli. Hetta er kvøldið áðrenn, at nýggi smyril kemur, so tiltakið skal síggjast, sum eitt slag av upphiting.

Á jóansøku spældu Deiggj sum Gasolin Jam, og fleiri av gomlu Gasolin hittunum verða at hoyra fríggjakvøldið, men eisini løg hjá øðrum kendum 70ára bólkum bæði útlendskum og føroyskum. Umframt hetta verða eisini nøkur nýggjari løg á skránni og sjálvandi nøkur heimagjørd løg.
Dentur verður lagdur á eina fjølbroytta og lívliga skrá við kendum dansivinarligum rockløgum og eitt hugnaligt kvøld í Klubbanum. Dansukvøldið er alment við 18 ára aldursmarki. Væntandi verða nógv fólk í býnum í sambandi við, at nýggi Smyril kemur til Tvøroyrar leygardagin á middegi.