70 árini aftur í Sjónleikarhúsinum

Í Los Angeles, Hollywood og San Francisco hoyrir tú tónleik frá sjeyti árunum, hvar í tú kemur. 70?ára tónleikurin er »in« á Vesturstrondini og nøvn sum John Foggerty, The Doors, The Eagels, Jimmy Hendrix v.m. hava valla verið meira frammi enn tey eru í dag.

Tað eru útvarpskanalir, ið bert senda tónleik frá 70?árunum.

Buksirnar hava aftur serliga 70?ára sniði og mótin hevur nógv frá 70?árunum aftur.

Í Keypmannahavn hava tey Led Zeppelin Jam kvøld hvar Led Zeppelin tónleikur frá 70 árunum verður leiktur, »Live«.

Tey eru fleiri, ið siga, at tónleikurin frá 1968 til 1973 eru bestu 5 árini innan tónleikin yvirhøvur. Ongantíð er so nógvur góður tónleikur komin út sum hesi árini. Alt, ið er komið síðani, er endurtøkur í ymiskum sniði frá hesum árunum.

70 árini eru aftur. Hjá nøkrum av okkum vekir tað minnini aftur og hjá teimum ið ikki høvdu høvi at uppliva hesa tíðina kunnu nú fáa alt »Live« frá tónleikarum frá hesi tíðini.

Tey eru fleiri ið spæla 70?ara tónleik, men tað er ongin, ið spælir hann sum 70?ara tónleikararnir.

Í Føroyum er alt altíð nøkur ár afturút, men nú hava vit høvi at verða við í hesi bylgjuni samstundis sum í Los Angeles, San Francisco v.m. tí leygarkvøldið 10.10.1998 verða veteranarnir frá 70?árunum aftur á palli við tónleikinum teir spældu í 70?árunum.

Vil tú vera við at uppliva besta tónleikin nakrantíð »Live« so fær í Sjónleikarhúsið leygarkvøldið kl. 22.00, stundisliga.