70 størv leys í Fuglafirði

Partafelagið Pelagos søkir nú eftir fólki til tað nýggja virkið, sum felagið byggir í Fuglafirði.

Jóhan Páll Joensen, stjóri, sigur, at virkið skal hava millum 60 og 70 fólk. Teirra millum eru formenn til vaktirnar, og roknað verður við, at tey fara at arbeiða í tvey ella trýskiftivakt, tá virkið veruliga er komið í gongd.

 

Jóhan Páll Joensen sigur, at arbeiðið at byggja virkið gongur væl. Í løtuni verður arbeitt við at seta frystimaskinurnar upp, og fyrst í næsta mánað verða framleiðslumaskinurnar settar upp.

 

Sambært stjóranum fer tað mesta av juli til at koyra virkið inn, og ætlanin er so at taka ímóti teirri fyrstu lastini fyrst í august mánað.