Barth Eide: - Tað er langur vegur til frið í Ukraina

Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, eftir fundin millum ukrainska forsetan og amerikanska forsetan í gjár

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide

- Fundurin millum forsetarnar, Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump, var væleydnaður, men tað er ógvuliga langt til frið í Ukraina.

 

Tað sigur norski uttanríkisráðharrin við norska kringvarpið - NRK - í morgun.

Fleiri evropeiskir leiðarar vóru saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, í Hvítu Húsunum í Washington í gjár.

 

Eftir fundin millum Zelenskyj og Trump hitti amerikanski forsetin, Donald Trump, eisini evropeisku leiðararnar saman við ukrainska forsetanum.

 

- Hetta var týdningarmikið, heldur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.

 

Hann heldur, at stóra fundarvirksemi millum amerikanska forsetan og evropeisku leiðararnar sendir eitt týdningarmikið tekin um evropeiskt samanhald.

 

- Hetta er eitt tíðarskeið, har tað er ógvuliga týdningarmikið, at allur vesturheimurin stuðlar Ukraina.

 

Espen Barth Eide heldur, at tað tykist sum leiðararnir á fundunum í Washington í gjárkvøldið vóru rímiliga ítøkiligir í samrøðunum.

 

- Eftir fundirnar tykist tað, sum vandin fyri, at sundurlyndi verður millum Evropa og USA er minkaður, leggur uttanríkisráðharrin aftrat.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide