75 ára Minningarløta

Í góðveðrinum í dag varð minngarlløta hildin í kirkjuni og við hin ”stóra krossin” í kirkjugarðinum.

Tordur J. Niclasen skrivar úr Kuummiut í Grønlandi:

 

Hesin krossur er reistur til minnist um tey, ið fórust á sjógvi og landi.

 

Í dag var talan um eina 75 ára minngarhald.

 

21. september í 1949 hendi ein sorgarleikur skamt fra Kuummiut í Eysturgrønlandi

 

Maskinbáturin, ”M/b MIKI” var fyri tí vanlagnu at vera ov nær einum ísfjalli. Ísfjallið ”kálvaði” og báturin hálvdist.

 

10 persónar druknaðu - 5 kvinnur og 5 børn.

 

Eftir Gudstænastuna varð farið á kirkjugarðin, har kirkjukórið sang tveir sangir, kataketurin (deknurin) hevði eina bøn og las navnið á teim 10, ið lótu lív hendan feigdardag í 1949.

 

Síðan var kransur hongdur upp á tann stóra krossin – og tøgn í eina løtu.

 

Ein grípandi løta, frættist úr Kuummiut.

 

##med2##

##med3##

##med4##