Ein hernaðarbólkur í Irak sigur í dag, at bólkurin hevur sett í verk eitt dronuálop á mál í økjum í Jordandalinum, sum "Ísrael hevur hersett".
Tað veit tíðindastovan, Reuters. Sambært Times of Israel sigur bólkurin seg hava sent fleiri dronur inn í Ísrael í dag.
Ísraeskir miðlar vita eisini at siga, at loftávaring fyrr í dag verið kring Genezaretvatnið í Ísrael á markinum móti Sýria.
Hvørki ísraelskir myndugleikar, ei heldur myndugleikarnir í Irak, hava higartil gjørt viðmerkingar til dronuálopini úr Irak.
Heldur einki er frætt um, hvørt álopini hava gjørt skaðar á bygningar ella menniskju.