80 hvalir gjørdu landgongd

Í Ný Sælandi hava umleið 80 grindahvalir gjørt landgongd á einari fjarskotnari strond í Spirit Bay. Sagt verður, at umleið 40 teirra eru á lívi enn, og bjargingarfólk royna nú at hjálpa teimum útaftur.

Mark Simpson, sum stendur á odda fyri bjargingini, sigur við tíðindastovuna AP, at tað er strævið arbeiði at fáa hvalirnar útaftur.

Hann sigur, at støðugt fleiri hvalir koma inn at strondini at hjálpa teimum, sum liggja á sandinum, og tí mugu bjargingarfólkini ansa eftir, at teir ikki renna seg upp á turt eisini.

Sambært myndugleikunum vóru 25 hvalir deyðir, tá tey fyrstu bjargingarfólkini komu á staðið, og 15 eru deyðir síðani.