800 atgongumerki seld eftir 48 tímum

Eyka fagnarðarkonsert verður tí við Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestri

Verkætlanin »Floymandi nærvera« hjá Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestri bleiv útseld eftir bert 48 tímum. Nú verður eykakonsert í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 10. februar 2023 kl. 19.30.

 

Konsertin er partur av fagnaði fyri bæði Føroya Symfoniorkestur og Norðurlandahúsið fylla 40 ár í 2023.

 

Hans Marius Ziska, forsangari í Marius Ziska, var í morgun gestur í sendingini »Góðan morgun Føroyar«, og stutt eftir var konsertin útseld.

 

Lesið eisini: Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestur á pall í Norðurlandahúsinum

 

– Vit eru sera takksom fyri tann áhuga, verkætlanin hevur fingið, og eru fegin um møguleikan at spæla eina eykakonsert, siga tey úr Føroya Symfoniorkestri.

 

Konsertin er ein standikonsert við pláss fyri 800 áhoyrarum. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

 

##med2##

 

Stað: Norðurlandahúsið

 

Spælitíð: 90 min. uttan steðg

 

Tíð: Fríggjakvøld 10.februar 2023 kl. 19.30

 

Kostnaður: Vaksin 495 kr., Børn ung og undir 18 ár 345 kr.