81 ára gamli Mous­t­afa fær fýra ár aft­ur­at sum hond­bólts­for­­seti

Dr. Hassan Moustafa varð afturvaldur við greiðum meiriluta á stevnuni hjá hondbóltssambandinum í Kairo.

Dr. Hassan Moustafa hevur verið forseti í heimshondbóltinum síðani 2000. (Savnsmynd). - Mynd: Soeren Stache/Ritzau Scanpix

Dr. Hassan Moustafa verður eisini forseti í heimshondbóltinum næstu fýra árini.

 

Seinnapartin sunnudagin valdu umboð á altjóða hondbóltssambandinum IHF í Kairo aftur 81 ára gamla egyptaranum, sum varð hevði trý evropisk mótvalevni.

 

Mustafa fekk 129 atkvøður. Hini valevnini máttu lata sær lynda 24, 20 og 3 atkvøður.

 

– Eg lovi, at eg fari at arbeiða dag og nátt fyri ítróttinum í øllum heimsins krókum, segði Moustafa, tá úrslitini vórðu kunngjørd.

 

Egyptarin hevur verið forseti síðani 2000.

 

 

 

/Ritzau/

 

Dr. Hassan Moustafa hevur verið forseti í heimshondbóltinum síðani 2000. (Savnsmynd). - Mynd: Soeren Stache/Ritzau Scanpix