Hondbóltur
Teir okkurt um tveyhundrað áskoðararnir, ið høvdu leitað sær niðan í Hoyvíkshøllini sunnudagin, sóu ein óvanliga málrikan, men ikki serliga undirhaldandi dyst. Báðar verjurnar vóru víðopnar, og tølini á máltalvuni vuksu við rúkandi ferð. Tað poleraða hondbóltsspælið sást ikki nógv til, men tó glógvaði tað til tíðir hjá báðum pørtum.
Ógvuliga tamur dystur
Talan var um ein ógvuliga taman dyst millum KÍF og Kyndil. Menn fingu frið at spæla bóltin runt, og tá ið onkur royndi seg við einum skoti ella einum gjøgnumbroti, so fekk viðkomandi leikari so at siga altíð frið til at gera tað. Teir kontantu nærdystirnir, sum annars mangan eru í hondbólti, vóru ógvuliga fáir í tali, og tað sigur ikki so lítið, at vit skuldu heilt fram til seks minuttir fyri leiklok, áðrenn tann fyrsta útvísingin kom.
Tað vóru annar skollfirðingar, sum vóru omaná meginpartin av dystinum. Í fyrra hálvleiki stóð eina løtu á jøvnum 4-4, men eftir hetta var KÍF á odda at kalla alla tíðina heilt fram til miðjan seinna hálvleik.
Oddaliðið Kyndil hevði stórar trupulleikar av at fáa glið á spælið hjá sær í fyrra hálvleiki, og í verjuni hekk einki saman hjá teimum grønu. Serliga var tað stórskjúttin hjá kollfirðingum, Damir Oros, ið gav teimum grønklæddu høvuðbrýggj. Hann langaði næstan eftir vild bóltarnar í kassan, og tað var ógvuliga undrunarvert, at hann skuldi fáa so gott pláss og tíð til at fara upp at skjóta. Kanska var tað tí, at kyndlaleikararnir vóru bangnir um at missa strikuna, um teir fóru ov langt út. Strikan hjá KÍF, Gert Hansen, vísti aftur sunnudagin, at hann er ein av okkara bestu á júst hesum plássi, tí hann dugir ómetaliga væl at gera seg leysan av verjuni. At hann harafturat er sera dugnaligur til at fáa fatur á bóltunum, ger hann bert enn vandamiklari fyri mótstøðuliðini.
Tann kanska allarbesti strikuspælarin, ið vit eiga her á landi, er vanligi strikuspælarin hjá Kyndli, Janus Einar Sørensen, men hann var ikki við í dystinum sunnudagin. Undan dystinum sást Janus Einar ganga runt í høllini við einari høkju, men tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at finna út av, hvussu umfatandi skaðin er hjá honum. Í hansara stað á strikuni hjá Kyndli, leikti veteranurin Jónleif Sólsker, og hann er ein góður maður at hava í slíkum støðum. Hóast Jónleif ikki vanligani verður roknaður sum strikuspælari, so er hann ein so mikið royndur og dugnaligur leikari, at hann kann brúkast á øllum pláss, ja allarhelst hevði hann eisini verið ein fínur málmaður, um tørvur var á tí.
Kollfirðingar hava í málmanninum, Óla Kristian Djurhuus, ein av landsins besta málverjum. Í dystinum sunnudagin prógvaði hann enn einaferð sínar dygdir, tá hann ferð aftaná ferð, serliga í fyrra hálvleiki, bjargaði frá púra fríum kyndlaleikarum. Alt ov ofta royndu teir grønu seg við tekniskum snildum, tá teir skuldu senda bóltin í netið, men Óla Kristian er nógv for garvaður til at lata seg lumpa av slíkum, og tí miseydnaðust teknisku snildurnar hjá kyndlamonnunum at kalla hvørja ferð. Tann einasti leikarin hjá Kyndli, ið hvørja ferð megnaði at snýta málverjan hjá kollfirðingum, var Jacob Jónsson. Eins og Óla Kristian er Jacob ein garvaður leikari, og hann dugir ómetaliga væl at plasera síni skot, samstundis sum hann fintar málverjan. Mann kann næstan freistast at siga, at Jacob helt Kyndli inni í dystinum sunnudagin, tí allir hansara viðleikarar høvdu stórar trupulleikar við at fáa bóltin í mál fyri steðgin.
Útskiftingar hjálptu
Ein av stóru trupulleikunum hjá KÍF, er tann lítli hópurin. Breiddin er ikki serliga stór, og har hevur eitt lið sum Kyndil ein stóran fyrimun í mun til kollfirðingar. Sunnudagin høvdu kollfirðingar eina hálvleiksleiðslu upp á eitt mál, 17-16, og hann hildu teir eisini nakað væl inn í seinna hálvleik. So fór orkan at ganga undan, tí at tað vóru teir somu sjey, ið leiktu at kalla allan dystin. Tó fekk Regin Petersen luft í verjuni, tá ið Finn Heri Johannesen fór inn í hansara stað.
Hendan sama trupuleika hevur Kyndil sum sagt ikki, og tá ið teir gjørdu nakrar útskiftingar um miðjan seinna hálvleik, megnaðu teir í havnarfelagnum at gera tað avgerandi hál upp á javnt, og síðani at fara fram um KÍF. Ken Zachariassen, sum hevði spælt fyrstu løtuna í dystinum, kom inn aftur á høgra bakk, og tann ungi Sigtór Andreasen kom inn á høgra vong fyri Josef Abrahamsen. Sigtór fekk nøkur góð og týðandi mál á vonginum, meðan Ken av álvara styrkti um verjuna hjá Kyndli. Ken kom inn í verjuna at taka sær av Damir hjá KÍF, og hann fór eisini í nærdystirnar, sum stórur saknur hevði verið í frammanundan.
Somuleiðis gjørdist Kyndil sterkari av, at Høgni Klein, sum í fyrra hálvleiki hevði spælt langt undir sítt vanliga støði, kom sterkt aftur, og hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta tíggju mál eftir steðgin. Eitt av teimum mest týðandi málunum í dystinum stóð Høgni eisini fyri. Støðan var 30-29 til KÍF og kollfirðingar vóru í álopi, tá ið Høgni kemur ímillum ein avlevering og fer sjálvur allan vegin og fær Kyndil upp á javnt aftur.
Orkan var farin at ganga undan hjá KÍF, og so skjótt Jónleif Sólsker hevði lagt Kyndil á odda 33-32, hevði tú varhugan av, at nú fingu kollfirðingar ikki fatur aftur á havnarmonnunum, og so var. Kyndil hevði leiðsluna, tað ið eftir var av dystinum, og sum oftast var hon upp á tvey mál. Rættuliga sigandi fyri støðuna hjá KÍF var tað eisini, at einasti leikarin hjá teimum, ið fekk pausur í dystinum, nevnliga Regin Petersen, stóð fyri fýra av teimum fimm málunum, ið KÍF fekk seinastu fimm minuttirnar. Men líka lítið hjálpti tað, tí Kyndil vann dystin við tveimum málum, 42-40, og tryggjaði sær harvið tvey týðandi stig í kappingini um føroyameistaraheitið, har teir nú eru á trý stig framman fyri Neistan, ið er nummar tvey. Dysturin sunnudagin hevur tó uttan iva givið kyndalvenjaranum, Jan Djurhuus, nógv at hugsa um, tí tað er ógvuliga sjáldsamt, at eitt lið vinnur ein dyst, hóast tað letur 40 mál fara inn hjá sær. Tískil er neyðugt hjá honum at fáa skil upp á verjuna undan teimum næstu dystunum.
Dysturin í tølum
KÍF-Kyndil 40-42 (17-16)
KÍF: Damir Oros 13(3), Gert Hansen 11, Petur Martin Poulsen 7, Regin Petersen 7, Teitur Joensen 2
Kyndil: Høgni Klein 12, Jacob Jónsson 11, Jónleif Sólsker 5(1), Hans Áki Dal-Christiansen 5(4), Sigtór Andreasen 4, Finnur Hansson 3, Ken Zachariasen 1, Josef Abrahamsen 1
Brotskøst: KÍF 3(3), Kyndil 5(5)
Útvísingar: KÍF 1, Kyndil 2
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen - høvdu fult tamarhald á dystinum frá fyrsta bríksli, og tað var einki at siga til, at fyrsta útvísingin ikki kom fyrr enn góðar seks minuttir fyri leiklok