90 fólk í Íslandi hava nú corona-virus

Í morgun bórust tíðindini úr Íslandi, at 600 fólk eru í sóttarhaldi, men á tíðindafundi seinnapartin er upplýst, at talið er komið upp á 800.

 

Nú seinnapartin í dag hevur tíðindafundur verið í Íslandi, har heilsumyndugleikarnir hava lagt fram nýggjastu kunningina um gongdina við corona-virus, Corvid-19, í Íslandi.

Á fundinum kom fram, at í løtuni hava 90 fólk í Íslandi fingið staðfest corona-virus, og tilsamans 700 eru í sóttarhaldi. 

Tey flestu smittaðu eru komin úr Norðuritaliu og Eysturríki, og fýra eru komin úr Sveits. Haraftrat eru nøkur vorðin smittað í Íslandi. 

Í Íslandi hava heilsumyndugleikarnir kannað 830 fólk. Eitt fólk liggur nú á sjúkrahúsi, men á tíðindafundinum í dag vistu tey ikki neyvt, hvussu støðan hjá viðkomandi var.

Umboðini fyri íslenska heilsuverkið fegnaðust um, at virkir og stovnar hava sett tiltøk í verk til tess at byrgja upp fyri víðari smittu av korona-virus.

Fyrr í dag høvdu vit grein á In.fo, og tá vóru tíðindini úr Íslandi, at 81 fólk vóru staðfest smittað við corona-virus, og 600 vóru í sóttarhaldi.