Vit hava eina vælferðarskipan - hon riggar, men bara so leingi, tú ikki hevur tørv á henni. Tá ið tú hevur fingið eitt barn, ið ber brek, snýr tað seg ikki longur um at hava tørv á skipanini, tí tá er hon flutt inn í títt lív.
Avvarðandi hjá fólki, ið bera brek, skulu ferð eftir ferð biðja um tað sama. Hóast støðan ikki er broytt, og ongantíð fer at broytast, skulu umsóknir skrivast av nýggjum. Eina umsókn fyri hvørt átak. Hesar umsóknir kunnu venda aftur árliga ella mánaðarliga eftir eina ávísa nøgd av viðgerðum. Eitt er heilt víst, tær eru ongantíð sjálvvirkandi. Tær eru altíð avmarkaðar í nøgd ella tíð.
Vit skulu hava eina einfalda vælferðarskipan. Eina skipan, sum møtir teimum, ið brúka hana.
Tað eigur ongantíð av vera ein biddaraferð til vælferð.
Ein vælskipað kjarnuvælferð tekur støði í tørvinum, og hjálpir síðani hareftir. Hon tekur ikki støði í, um pappírsprógv eru send til røttu tíð, men arbeiðir heldur direkta eftir at loysa trupulleikan.
Eg veit, hvussu hetta skal gerast, og velur tú meg, fari eg at arbeiða fyri hesum á tingi.
Burtur við longum og afturvendandi og umsitingarligum arbeiði fyri at fáa tað lív, øðrum er givið.
Einføld kjarnuvælferð, einføld umsiting!
##med2##
Helena Jørmundsson, x við lista C











