Nýggj gjaldsskipan fyri bátar í Kaihylinum

- Endamálið við broytingini er at fáa eina greiða og rímiliga skipan fyri nýtslu av bátaplássum í Kaihylinum

Fíggjarnevndin hjá Tvøroyrar kommunu hevur á fundi 27. apríl 2026 samtykt tilmælið hjá vinnu- og havnanevndini um nýggja gjaldsskipan fyri bátar, sum liggja í Kaihylinum á Tvøroyri.

 

- Samtyktin merkir, at gjaldið verður skipað eftir árstíð:

 

• Frá 1. mai til 31. august verður gjaldið 150 krónur um dagin

• Frá 1. september til 30. apríl verður gjaldið 50 krónur um dagin

 

Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at nýggja skipanin kemur í gildi hin 1. mai 2026.

 

- Endamálið við broytingini er at fáa eina greiða og rímiliga skipan fyri nýtslu av bátaplássum í økinum, samstundis sum atlit verður tikið til ymiskan tørv gjøgnum árið.

 

Tað er Tvøroyrar havn, ið stendur undir tíðindastubbanum, sum Tvøroyrar kommuna hevur lagt út á sína heimasíðu í dag.