Sera vøkur sjón at skoða landið (og Ká Í-vøllin) av Háfjalli. Eitt sindur trupult at koma heilt niðaná.
Skemtari sum tú átti at sæð eitt sindur av speisemi millum reglurnar í míni málskriving!? Tað mesta skal tó takast í álvara!
Sjálvandi skulu vit varðveita bygdamálini. Har misskilir tú meg fullkomiliga. Tað er frálíkt, at tað “krimar” í Klaksvík.
Annars haldi eg okkara suðurstreymoyarmál vera hampiliga gott nú á døgum. Talan er tískil ikki um eina takk fyri seinast-kenslu. Vit siga: ein stovrir bádir, klaksvíkingar siga: oyn støvrir badir, eysturoyingar siga: oyn støvrur bátur o.s.fr. Fínt, fínt!
Há/Ká:
Tú vilt vera við, at klaksvíkingar aldri hava sagt ka. Jú, vælsignaður! Teir hava sagt ha og ka í fleiri øldir. Tá danski skúlin kom til Føroya miðskeiðis í 1800-árunum, fóru føroyingar so líðandi at siga há og ká á donskum: hå og kå! Tað er lætt at sleppa av við í okkara skúlum nú á døgum.
H og k eru bókstavir, sigur tú, meðan Skáli er eitt navn. Tí siga nøkur hå og kå, men ikki Skåli. (Her verður ikki hugsað um Skaale:Simpilthenn so lekkirt. Máldálking!?) . Kari spælir við Kå Í, sigur tú eisini. Men so kemur ólag í ljóðlagið, tí knappliga sigur tú Håkun!? Her samsvarar ikki rættiliga?!
Var Hákun á Háfjalli, var Hakun a Hafjalli, ella var Håkun å Håfjalli?
A/Æ:
Hasir báðir bókstavirnir hava somu úttalu. Tað kann ikki vera ivi um tað!? (Talspæl, t.d.)!
1.A (fyrsti ea). Ikki er neyðugt at siga fyrra ea! ÍF; tað er ikki neyðugt at siga fyrra í!
Dreymar og víðsjónir:
Uttan dreymar følnar tjóðin! Sjálvandi droyma vit um tann dag, hann er kanska ikki so fjarur, tá vit øll aftur siga tað vakra, einfalda, lætta, føroyska: sjeytieitt, sum tey eisini siga í Svøríki, t.d., á teirra máli, sjálvandi.
Fyrst mugu vit tó fáa há og ká (ha og ka) upp á pláss aftur!
Máldálkingartríbólkur?:
Í Føroyum er ein tríbólkur (trio), sum roynir at verja og fjálga um donsku tungu her á landi. Á flatlondum er ein tvíbólkur (duett), sum roynir tað sama. Eg fái meg ikki at trúgva, at tú ætlar at broyta ta duettina til eina trio!?
E.S. Gott summar!
Við málkvøðu
Á Borg á Argjum á jóansøku 2008