Á jólum er ein serstakur hugni

- Tað einasta, eg ynski mær á jólum, er hugni saman við  familjuni. Hetta eru tær dýrabarastu løturnar, sigur Ruth Thomsen

 

Hvar verða jólini hildin í ár?  

- Vit halda jól heima hjá okkum. Tað hava vit gjørt, síðan vit fingu børn, sigur Ruth Thomsen. 

- Í ár verða tað yngsti sonurin, daman hjá honum og lítla Ruth, vit bæði og so mamma mín, sum verða saman her hjá okkum.

Hvat verður etið um jólini?   

- Tað verður dunna við øllum tilhoyri, sum verður á menu’ini jólaaftan og sum vanligt er á hvørjum ári, so er tað maðurin sum kokkast. 

Ruth sigur, at maðurin kokkast eisini til dagligt, men jólaaftan hjúklar hann eyka nógv um tað, sum skal á borðið. 

- Eg plagi at taka mær av borðdekninginum, sigur hon.

Hevur tú eitt jólaynski?    

- Tað einasta, eg ynski mær á jólum, er hugni saman við  familjuni.

Hon sigur, at hetta eru tær dýrabarastu løturnar, og tað allar besta er, tá øll trý børnini við makum og børnum eru samlaði saman við sær og manninum. 

- Tá kann eg ikki ynskja mær meira. Eg elski tær stjørnuløturnar, og á jólum er ein serstakur hugni, ongin ivi um tað, sigur Ruth.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?    

- Jólini hava stóran týdning fyri meg, fyrst og fremst er tað gleðiboðskapurin, at Frelsarin varð føddur inn í hendan heim fyri at frelsa okkum, sigur Ruth Thomsen.