Ein russiskur generalur, Fanil Sarvarov, er dripin í eini bilspreinging í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Tað sigur russiska kanningarnevndin, ICRF, sambært Reuters.
Tann deyði var generalløytnantur og hevði ábyrgdina av operativu útbúgvingini av russiskum hermonnum í Generalstabinum, til hernaðarlig átøk.
Sambært ICRF hendi spreingingin í morgun á Yasenevo gøtuni. Generalurin fekk fleiri skaðar í spreingingini, sum hann seinni doyði av, stendur í fráboðanini.
Nevndin sigur seg kanna fleiri teoriir, har ein er, at bumban varð løgd av ukrainskum fregnartænastum.
Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til ákæruna.
Fleiri framstandandi russarar hava latið lív av spreingingum í Russlandi seinastu árini.
Í apríl varð russiski generalurin Yaroslav Moskalik dripin av eini bilbumbu í býnum Balashikha uttan fyri Moskva, upplýsir kanningarnevndin sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass.
Í desember 2024 doyði Igor Kirillov av eini bumbu, sum varð sett á ein skutara í Moskva. Kirillov var leiðari fyri russisku verjuni á geislavirknum, evnafrøðiligum og lívfrøðiligum krígsøkinum.
Eftir drápið av Kirillov gjørdi russiski forsetin, Vladimir Putin, eina sjáldsama viðurkenning av, at russiska trygdarskipanin hevði miseydnast.
– Vit mugu ikki loyva slíkum álvarsligum harðskapi at henda, sigur Putin sambært tíðindastovuni AFP.
Í apríl 2023 doyði russiski journalisturin og hernaðarbloggarin Maxim Fomin, kendur sum Vladlen Tatarsky, í eini spreinging í Sankta Pætursborg.
Og í august 2022 doyði Darya Dugina av eini bilbumbu uttanfyri Moskva. Hon var dóttir ein framstandandi russiskan ultratjóðskaparligan intellektuellan.
Russland hevur ákært Ukraina fyri at standa aftan fyri fleiri av spreingingunum.
/Ritzau/
Myndir: Russias Investigative Committee/Reuters/Ritzau Scanpix
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##





















