Føroyski Jón Rói Jacobsen sat á beinkinum allan dystin hjá AaB, sum í kvøld fekk vitjan av belgiska Anderlecht heima á Aalborg Stadion. Hetta var dystur í bólki G í UEFA Cup-bólkaspælinum.
Dysturin var javnur, og ikki var nakað serliga gott spæl at fáa eyga á. Fyrsta málið fall í 59. minutti, tá ið ein av drúgvastu kappingarneytunum hjá Jón Róa um pláss í miðverjuni hjá AaB, Michael Jakobsen, beindi bóltin í egið net.
Fimm minuttir fyri leiklok tryggjaði svenski Mattias Lindström AaB eina stigið, tá ið hann sendi bóltin í netið til endaliga úrslitið, 1-1.
Ein annar dystur var leiktur í Danmark í kvøld. Hetta var í Parkini í Keypmannahavn, har FCK í bólki B tók ímóti grikska Panathinaikos. FCK fekk eina skilagóða byrjan við nøkrum málmøguleikum, men tað var hinvegin grikska stórfelagið, sum fann vegin til málið. Tað var ein stórspælandi Dame N´Doye, sum beindi bóltin í netið eftir at hava fylgt upp á eina hálvbjarging frá Jesper Christiansen í FCK-málinum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Hjalte Bo Nørregaard ein gyltan møguleika at javna, tá ið hann var settur at taka eitt heldur ivasamt brotsspark. Hann misnýtti møguleikan við at senda bóltin á tvørtræið, og nærri komu donsku meistararnir ikki.