Åge Hareide gevst í starvinum sum íslendskur landsliðsvenjari

Norðmaðurin var í starvinum í hálvtannað ár

71 ára gamli norski fótbóltsvenjarin, Åge Hareide hevur boðað frá, at hann gevst í starvinum sum íslendskur landsliðsvenjari.

 

- Eg havi notið tíðina við íslendska landsliðnum, men haldi tíðin er tann rætta til at gevast í starvinum. Tað er ein spennandi tíð fyri framman hjá liðnum, og nógvir ungir leikarar fara at vaksa við uppgávuni. Eg ynski liðnum og íslendskum fótbólti alt tað besta í framtíðini. Boðar Åge Hareide frá á X-síðuni hjá íslendska fótbóltssambandinum, KSÍ. 

 

Åge Hareide var í starvinum sum íslendskur landsliðsvenjari í hálvtannað ár. Millum 2003 og 2008 var hann landsliðsvenjari hjá Noregi, og árini 2016-2020 var hann landsliðsvenjari hjá Danmark.

 

Íslendska heimasíðan fótbólti.net hevur 10 boð upp á hvør tekur við íslendska landsliðsvenjarastarvinum. Teirra millum eru Graham Potter, David Moyes, Ole Gunnar Solskjær, Kasper Hjulmand og Janne Andersson. Also tveir fyrrverandi landsliðsvenjarar hjá Danmark og Svøríki.