Krevur fyrrverandi mann 20 ára fongsul fyri neyðtøku

Dominique Pelicot, sum er skuldsettur fyri at hava doyvt og at hava lagt til rættis neyðtøku av nú fyrrverandi konu síni, eigur at verða dømdur 20 ára fongsulsrevsing.

Gisèle Pelicot stígur alment fram sum offur í málinum. - Mynd: Kristof Símun/Ritzau Scanpix

Tað heldur ákæruvaldið, sum mánadagin kom við sínum seinastu viðmerkingum í málinum í einum rætti í suðurfranska býnum Avignon.

71 ára gamli Pelicot og 50 aðrir menn í aldrinum 26 til 74 ár verða hildnir at hava luttikið í hópneyðtøkunum av táverandi konu Pelicot, Gisèle Pelicot, sum varð doyvd, í fleiri ár.

Hon skal hava verið fyri minst 200 neyðtøkum.

Dominique Pelicot er høvuðsákærdi, og hann hevur játtað seg sekan í øllum ákærunum undir rættarmálinum.

Teir fimm dómararnir í málinum verða væntandi klárir við dóminum í seinasta lagi 20. desember.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Gisèle Pelicot stígur alment fram sum offur í málinum. - Mynd: Kristof Símun/Ritzau Scanpix