Svenski politikarin, 60 ára gamli, Lars Wistedt, sum luttók á Nato-fundi í Kanada, varð í nátt funnin deyður á hotelkamari sínum í Montreal.
Hann var verjupolitiskur talsmaður hjá Svøríkisdemokratunum og næstformaður í verjunevndini í svenska ríkisdegnum.
Fundurin í Montreal er fyri parlamentarikarum í Nato-londum, og í dag varð deyðsfallið kunngjørt av røðarapallinum í Montreal.
Leiðarin hjá Svøríkisdemokratunum í svenska ríkisdegnum, Linda Lindeberg, boðaði eisini fyrr í dag frá brádliga deyðsfallinum.
- Eg havi í dag fingið boðini um, at okkara kæri floksfelagi og vinur, Lars Wistedt, er deyður á ferð síni í Kanada, har hann luttók sum partur av okkara Nato-sendinevnd.
Soleiðis skrivar svenska ávísin, Expressen, í dag.
Linda Lindeberg leggur aftrat, at Lars Wistedt tóktist bæði glaður og eydnuríkur í gjárkvøldið, og her vóru eingi tekin um órógv ella sjúku.