Tað var hin 25. februar í ár, at garnaskipið Ågot fekk ein stóran skaða, meðan skipið lá við bryggju í Klaksvík við dýrari last av frystum fiski.
Skaðin stóðst, tá stóra nótaskipið Slættaberg rendi kúlustevnið inn í stýriborðssíðu á Ågot og meiðslaði skipið so illa, at ivasamt var, um garnaskipið yvirhøvur fór at verða umvælt.
Seinastu tíðina hevur Ågot staðið á bedingini hjá skipasmiðjuni Mest í Havn, sum hevur fingið til uppgávu at gera stóra umvælingararbeiði.
Fleiri stálplatur í skrokkinum eru skiftar, men tað, sum higartil er gjørt, er bara ein lítil partur av samlaða skaðanum.
Eyðstein Poulsen, reiðari, sigur, at enn er skaðin ikki endaliga uppgjørdur, men hann roknar við, at talan verður um einar 10 miljónir krónur ella so.
- Umframt at skipsskrokkurin fekk stóran skaða, knústi stoyturin, sum Slættaberg elvdi til, eisini frystaríið, har bæði kompressarar og rørskipan til frystingina fórust illa, sigur hann.
Reiðarin vísir á, at nú Ågot er á beding og neyvan verður liðugur fyrr enn um ólasvøkutíð, hava teir einki skip, sum kann reka vinnu fyri felagið, meðan Ågot verður umvæld, og tað er ein fíggjarligur smeitur fyri reiðaríið.
- Vit royndu fleiri ymiskar møguleikar, men tað eydnaðist okkum ikki at leiga eitt skip eftir slíkum treytum, at tað kundi loysa seg. Tí noyðast vit nú at bíða, til Ågot verður liðug á skipasmiðjuni.
Reiðarin vísir á, at reiðaríið hevði eina góða inntøkutapstrygging, sum tryggjar manningina, men eingin trygging er fyri inntøkutap hjá reiðarínum sjálvum.