AB er aftur triði møguleikin í høvuðsstaðnum í bestu deildini. Hetta varð staðfest í dag, tá ið AB vann 4-0 á útivølli ímóti 07 Vestur, sum fyri fleiri umførum síðani er flutt niður úr 1. deild.
Í dag var heimavøllurin hja 07 Vestur á Valloyrini í Sandavági. Tað komst av, at uppgerðin í bestu deildini millum 07 Vestur og KÍ varð framflutt frá leygardegnum og til í kvøld.
Undan tveimum teimum síðstu umførunum hevur AB 65 stig, og AB er trý stig aftanfyri Skála og 12 stig frammanfyri B71.
Í tveimum teimum síðstu umførunum eru mótstøðuliðini hjá AB B71 á heimavølli og Skála á útivølli.
Í dag skoraði Dánjal Danielsen tvey mál, og Brian Jakobsen og Jóan Pauli Tórsson skoraðu hvør sítt mál.
Venjari hjá AB er Øssur Hansen, sum nú hevur verið tvey ár á Argjum.
Undir Mýruhjalla á Skála vann heimaliðið 2-1 ímóti B71. Markus Isaksen skoraði bæði málini hjá heimaliðnum, og Leonard Londe skoraði B71 málið. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var heimaliðið frammanfyri 1-0. B71 javnaði í 93. minutti, og tríggjar minuttir seinni skoraði heimaliðið sigursmálið.