Tveir mans fingu í nátt bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um tveir persónar, sum kendust, sum vóru komnir til ilnar í býnum í nátt.
Løgreglan kom uppí málið, og tað annar maðurin ikki vildi upplýsa navn og ikki hevði tamarhald á sær sjálvum, var hann tikin við á støðina, har hann svevur rúsin út.
Báðir menninir er skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar, sigur vaktleiðarin.
Annars hevur náttin hjá løgregluni verið friðarlig.