AB hevur kært

Argjamenn vilja ikki góðtaka úrskurðin hjá kappingarnevndini í málinum um leikloyvið hjá Tom Iburg, og hevur tí kært avgerðina fyri dómsnevndini

Kæra

»Eftir galdandi reglum er ein leikari at meta sum lógligur leikari, tá hann hevur fingið loyvisbræv frá Fótbóltssambandinum. Hetta merkir í veruleikanum, at eingin spurningur kann setast við heimildina hjá einum leikara at leika fyri eitt felag, eftir at hann hevur fingið loyvisbræv frá FSF.
Spurningurin hevur ofta verið frammi í kærumálum, og niðurstøðan hevur altíð verið, at eitt felag ikki kann lastast fyri ein leikara, sum hevur lógligt loyvisbræv.
Niður er, at uttan mun til um flytingin hevur verið samsvarandi reglunum ella ella ikki, er leikarin at metga sum lógligur leikari fyri felagið, tá FSF hevur útskrivað honum loyvisbræv.«
Somikið greið er orðingin í frágreiðingini hjá FSF til kappingarreglurnar fyri fótbólt. Og so skuldi ein annars hildið, at tann spurningurin var avkláraður.

Hava kært avgerðina
Men øll mál eru tó ikki eins, og í ár hevur stórur ivaspurningur reist seg um júst hesa orðing, sum viðvíkur leikloyvi hjá leikarum í føroysku fótbótlslandskappingini.
Spurningurin varð tikin fram, tá AB tann 30. august hevði vunnið sín heimadyst móti Sumba við tveimum málum móti ongum. Ein av AB-leikarunum, Tom Iburg, hevði stutt undan dystinum fingið sítt leikloyvi í rættlag, og tí mundu argjamenn halda, at tað ikki var nakar trupulleiki við at nýta leikaran.
Sumbingar vóru tó av aðrari fatan, tí teir mettu, at leikloyvið var útskrivað undir skeivum fortreytum, og eftir at kappingarnevndin hevði viðgjørt málið, fekk Sumba eisini viðhald í hesum. AB varð dømt at tapa dystin og mistu trý stig, meðan Sumba hinvegin fekk trý stig, og harvið helt seg frammanfyri AB á stigatalvuni.
Avgerðin varð fráboðað AB tann 12. september, sum so hevði eina viku at umhugsa støðuna í. Og eftir at hava hugsað um málið, varð avgerðin kærd til dómsnevndina.
Okkum hevur ikki eydnast at fáa orð á formannin í AB, Tórálv Stenberg, men sum skilst, so er tað við støði í júst omanfyrinevndu frágreiðing um kappingarreglurnar, at AB hevur kært. Argjamenn siga seg hava handlað í góðari trúgv hesum viðvíkjandi, og tá FSF klokkuklárt hevur staðfest, at spurningur ikki kann setast við loyvi hjá leikaranum at spæla, um hann hevur leikloyvi, so má tað metast sum ivasamt, um tað ber til at víkja frá hesum, um tað ikki er so, at AB við beráddum huga hevur roynt at bent reglurnar.
Enn er sjálvandi ikki greitt, hvørja avgerð kappingarnevndin fer at taka í málinum, men tað er einki at ivast í, at fyri bæði AB og Sumba er talan um trý ógvuliga týdningarmikil stig. Sumbingar eru í løtuni á øðrum plássi í kappingini og sostatt við í kappingini um upp- og niðurflytingardyst, og støða teirra versnar munandi, um stigini verða tikin frá teimum. Tá koma teir at hava eitt stig færri enn TB, sum eisini hevur ein dyst til góðar. Og tá seinasti dysturin hjá Sumba er í Fuglafirði, tykist hetta kunna verða mønustingurin í uppflytingarstríðnum hjá teimum.
Argjamenn eru í løtuni á fjórða plássinum, og tað broytist ikki, hóast stigini skifta eigara. Men tá er støðan, at AB bert er tvey stig aftan fyri Sumba og við eftirverandi dystarskránni í huga er tá als ikki óhugsandi, at tað skal bera til hjá liðnum at vinna sær heiðursmerki, nú teir fyri fyrstu ferð royna seg í næstbestu mansdeildini.
Væntandi fer kappingarnevndin at taka eina avgerð í málinum ein av fyrstu døgunum.