AB í neyð av dómarunum

AB stendur til at missa heimavøllin, um teir ikki fáa skiftirúm til dómararnar. Heðin Mortensen sigur, at tað verður gjørt.

Argja Bóltfelag hevur fingið til dystin móti ÍF, 2. apríl, at fáa viðurskiftini til skiftirúmið hjá dómarunum upp á pláss á Argjum. Tað resta 1,3 milliónir krónur í at fáa nýggja AB húsið gjørt liðugt, men enn verður arbeitt við at finna pengarnar

 

AB hevur fingið bræv frá Fótbóltssambandinum, har tað stendur, at um AB ikki hevur fingið viðurskiftini upp á pláss áðrenn 2. apríl, so sleppur AB ikki at spæla sínar heimadystir á Argjum. Hetta merkir, at dysturin móti ÍF júst 2. apríl verður ikki spældur á Argjum, um ikki viðurskiftini eru komin upp á pláss.

 

Soleiðis stendur í brævinum til AB:

 

“Við hesum verður sagt frá, at felagið fær longt freistina at fáa skiftirúmsumstøðurnar uppá pláss til dómarar til í seinasta lagi til heimadystin AB - ÍF tann 2. apríl 2015.

 

Um nevndu skiftirúm til dómarar ikki eru komin í rættlag til omanfyri nevndu freist, so verður sagt frá, at felagið má finna nýggjan heimavøll til dystin AB - ÍF 2. apríl, umframt til eftirfylgjandi heimadystirnar hjá felagnum, hetta inntil skiftirúmsumstøðurnar til dómarar lúka treytirnar í fylgiskjal 1, pkt. 20 í FSF reglugerðini rundskriv um treytir til leikvøll (Vallarreglugerð 2015).”

 

Borgarstjórin sissar argjafólk

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sigur við in.fo, at ein loysn er á veg.

 

- Hatta skal bara gerast, so AB hevur sín heimavøll har teir eiga at hava hann. Tað eru nøkur viðurskifti, sum skulu upp á pláss, men fyribils gera vit tað, ið er neyðugt so AB kann spæla á Argjum, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann leggur afturat, at seinast hann visti, so verða viðurskiftini viðvíkjandi dómaraskiftirúminum í lagi skjótast gjørligt. Málið kemur helst fyri á býráðsfundi í morgin.

 

AB hevur í longri tíð havt trupulleikar av, at “gamla” AB-húsið ikki kárar at hýsa øllum aktivitetinum í felagnum. Serliga í samband við Effo-dystir, tá tað er krav at dómararnir hava sítt egna skiftirúm. Nýggja AB-húsið er undir skýlinum.