AB leigar spælara í HB

Argjamenn eru uttan lyklaspælara komandi dystirnar

AB hevur í dag gjørt avtalu við HB, um at leiga 18 ára gamla málverjan, Mattias Lamhauge. Talan er um serligan leigusáttmála fyri komandi tveir dystirnar, tí argjamenn hava ongan eykamálverja. Fyrr í ár bleiv Géza Turi leigaður, tá Heðin Stenberg bleiv útvístur.

 

Liðskiparin hjá AB, Heðin Stenberg, bleiv somikið skaddur í botndystinum móti 07 Vestur sunnudagin, at hann ikki verður førur fyri at spæla komandi tveir dystirnar hjá AB. Sunnudagin var venjarin, Sorin Anghel, skrásettur sum eykamálverji.

 

- Eg fór út móti Ken Fagerberg, tá eg royni at steðga mær sjálvum, fyri ikki at bresta saman. Eg føli,  at tað brestur ein vøddi í fótliðnum. Tað var ongin kontakt og eg beklaði ikki. Læknin heldur, at tað kann vera ein fibur, ella tokt liðband í fótinum. Eg skal til lækna aftur í morgin, men fyrst skal eg binda fri í 14 dagar, sigur Heðin Stenberg við In.fo í dag.

 

AB hevur ongan eykamálverja og fær tí loyvi at leiga ein málverja. Fyrr í ár fall valið á 44 ára gamla Geza Turi hjá Víkingi. Hesa ferð er valið fallið á 18 ára gamla Mattias Lamhauge hjá HB. Hann hevur spælt fleiri dystir á 1.deild, men manglar enn at fáa sínar fyrstu minuttir í bestu deildini.

 

Hann fær sín elddóp móti B36 á Argjum sunnudagin, og síðani móti NSÍ hóskvøldið. Eftir hetta er steðgður, tí steypavikuskiftið er. Síðani verður væntað, at Heðin Stenberg er tøkur aftur.