AB skipaði fyri FCK fótbóltsskúla

AB skipaði um vikuskiftið fyri føroya fyrsta FCK-Camp

Føroya fyrsti FCK Camp hevur verið í vikuskiftinum. FCK Camp er eitt samstarv millum Argja Bóltfelag og FC København, sum er eitt av størstu og mest vælumtóktu feløgunum í Norðanlondum.

 

- Hetta spennandi tiltak savnaði 140 glað børn, sum fingu eina framúr uppliving við fótbólti, felagsskapi og stuttleika. Endamálið við FCK Camp er at menna fótbóltsevnini hjá luttakarunum, meðan tey eisini hava tað stuttligt og knýta nýggj vinabond, skrivar AB.

 

Á FCK Camp fingu børnini vegleiðing frá FCK venjarum Kasper Myssen og Rasmos Brogerg Jespersen, sum hava drúgvar royndir innan fótbólt. Venjingarnar vóru skipaðar við serligum atliti at menna tekniskar førleikar hjá børnum í spælstøðum. Eisini var stórur dentur lagdur á felagsskap og samstarv.

 

- Vit eru sera fegin um, at vit hava kunnað bjóða føroyskum børnum ein slíkan møguleika at luttaka í einum FCK Camp. At síggja gleðina og eldhugan hjá børnunum hevur verið ein fantastisk uppliving, og vit vóna at vit longu aftur seinri í ár kunnu bjóða føroyskum fótbóltsbørnum hendan unikka møguleikan at læra frá teimum bestu, sigur høvuðsungdómsvenjarin í Argja Bóltfelag, Philip Eades, sum eisini samskipaði FCK fótbóltsskúlan um vikuskiftið.

 

Argja Bóltfelag leggur afturat, at FCK Camp hevur eisini víst á týdningin av góðum samstarvi millum feløg í Føroyum og uttanlands.

 

- Tað er ein frálíkur máti at lyfta støðið á føroyskum barnafótbólti og skapa íblástur hjá okkara ungu leikarum og venjarum. Vit vilja takka øllum, ið hava tikið lut og stuðlað undir hetta tiltak. Ein serlig tøkk fer til venjararnar frá FC Keypmannahavn, venjararnar frá AB, foreldur og sjálvboðin, ið hava hjálpt til við at gera hetta møguligt.

 

Her eru nakrar myndir frá tiltakinum, sum AB hevur tikið:

##ms##