Marius Borg Høi­by er bang­in og á­virk­að­ur eft­ir fyrsta rættardagin

Sonur norsku krún­prin­sess­una er sera á­virk­að­ur av ákæru­num og fjøl­miðla­upp­merk­semi, siga verj­ar hansara.

Ein tekning frá fyrsta rættardegnum vísir Marius Borg Høiby millum advokatar hansara, Ellen Holager Andenæs og Petar Sekulic. - Mynd: Ole Berg-Rusten/Ritzau Scanpix

Fyrsti rættardagurin í umfatandi málinum móti Marius Borg Høiby hevur verið trupul hjá soninum hjá norsku krúnprinsessuni.

Tað sigur advokaturin hjá Marius Borg Høiby, Petar Sekulic, við norska miðilin VG.

Rættarmálið heldur fram í morgin, og Marius Borg Høiby skal geva frágreiðing.

Tað gleðir hann seg ikki til, sigur Petar Sekulic sambært norsku tíðindastovuni NTB.

– Hann er sera bangin um alla støðuna. Bæði fyri tykkum øllum - fjølmiðlunum - men eisini tí talan er um eitt álvarsamt mál.

Í ákæruritinum móti Mariusi Borg Høiby eru 38 ákærur.

Millum álvarsligastu ákærurnar eru misnýtsla í nærsambondum, neyðtøka og trý mál um neyðtøku undir øðrum kynsligum sambandi enn samlegu.

Tann 29 ára gamli Marius Borg Høiby noktaði fyrsta dagin í rættarmálinum at hava framt neyðtøku. Hann noktaði seg eisini sekan í fimm ákærum um kynsligan ágang.

Hann hevur játtað seg sekan í einum ákærumáli um kynsligan ágang.

Marius Borg Høiby varð handtikin sunnukvøldið - tveir dagar áðrenn rættarmálið skuldi byrja. Sambært norska miðlinum NRK, orsakað av nýggjum ákærum um knívhóttanir, brot á vitjanarbann og likamligan ágang.

Ein dómari avgjørdi mánadagin, at hann verður varðhaldsfongslaður næstu fýra vikurnar.

Fleiri norskir miðlar hava skrivað, at tíðindi hava verið um, at Marius Borg Høiby er innlagdur á sjúkrahús.

Verjarnir hjá honum vilja ikki gera viðmerkingar til heilsustøðuna hjá Mariusi Borg Høiby.

Rættarmálið skal eftir ætlan vara til 13. mars.

Marius Borg Høiby er ikki formliga partur av norsku kongsfamiljuni, tí hann er føddur áðrenn krúnprinsessa Mette-Marit fór í samband og seinni hjúnalag við norska trónuarvingin, Haakon krúnprins.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ein tekning frá fyrsta rættardegnum vísir Marius Borg Høiby millum advokatar hansara, Ellen Holager Andenæs og Petar Sekulic. - Mynd: Ole Berg-Rusten/Ritzau Scanpix