Paul Watson er føddur í Toronto í Kanada 2. desember 1950. Hann er elstur av seks systkjum, fýra dreingir og tvær gentur. Abbin í móðirætt var danin, Otto Larsen av navni, sum flutti til Kanada seinast í 1800-talinum.
Sjálvur hevur Paul Watson sagt, at abbi hansara varð biðin um at fara úr Danmark vegna sína politisku sannføring. Aðrar keldur vilja tó vera við, at Otto varð vístur úr Danmark í 1910, orsakað av “majestæts-fornærmælse” og flutti tá til Kanada.
Um danska abba sín sigur Paul Watson, at tað var hann, sum vakti hansara áhuga fyri djórum við tað, at hann altíð tók seg við sær í djóragarðin í Toronto í Kanada.
17 ára gamal fór Watson út at sigla. Hetta var við norska skipinum M/S Bris, sum var ein 35.000 tons stórur bulkbátur. Eftir at hava siglt hálvtannað ár fór hann í land aftur, og síðani hevði hann nógv samband við umhvørvisverndarfólk og var í 1971 við til at stovna Greenpeace.
Men, í 1978 fór hann úr felagsskapinum. Sjálvur sigur Paul Watson, at hann tók seg aftur, tí felagsskapurin var vorðin alt ov stirvin. Aðrar keldur vilja vera við, at Watson varð koyrdur úr felagsskapinum, tí Greenpeace tók ikki undir við harðskapi av nøkrum slag.
Framferðin hjá Watson kundi ikki tulkast sum annað enn harðskapur.
Í samband við átakið hjá Paul Watson í Føroyum 1986, segði danski Greepeace-leiðarin, Michael Gylling Nielsen, soleiðis:
- Tað, sum Watson hevur gjørt í Føroyum, líkist ongum, og vit taka hundrað prosent fjarstøðu frá slíkum harðrendum framferðarhátti, ið ikki kann nýtast í einum framkomnum samfelag. ’
Michael Gylling Nielsen legði aftrat, at slíkur framferðarháttur fær ikki føroyingar at gevast við teirra ósømiliga drápi av grindahvali.
Kelda: fve.fo