Abu Hamza verður sendur til USA

Evropeiski Mannarættindadómstólurin hevur nú gjørt av, at Bretland kann lata amerikonsku myndugleikunum fimm menn, sum eru undir illgruna fyri yvirgangsvirksemi. Millum teir fimm er tann kendi Abu Hamza al-Masri (myndin).

Verjarnir hjá teimum fimm bóðu dómstólin endurskoða avgerðina, men í gjár kunngjørdi dómstólurin, at tað fer hann ikki at gera. Tí bendir alt nú á, at teir fimm menninir verða sendir til USA í næstum, hóast verjar teirra halda uppá, at mannarættindini hjá monnunum verða ikki vird í USA.

Abu Hamza, sum misti aðra hondina og annað eygað í Afghanistan, misti sín bretska ríkisborgararætt í 2003, tá hann bleiv skuldsettur fyri at styðja yvirgang. Sjálvur hevur hann alla tíðina avsannað, at hann hevur havt nakað bei9nleiðis samband við al-Qaeda.