Hjalti Gunnarstein segði sjálvur upp sum landsapotekari dagin eftir, at aðalráðið hevði gjørt av at senda honum ætlanarskriv um burturvísing. Nú er hann skuldsettur í einum revsimáli, sum løgreglan er um at vera liðug at viðgera.
Nýtt alment innlit, sum Kringvarpið hevur fingið, varpar ljós á, hvat hendi, áðrenn Hjalti Gunnarstein brádliga segði seg úr starvi sum landsapotekari í februar.
11. februar var fundur millum Hjalta Gunnarstein og Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra í táverandi Almanna- og heilsumálaráðnum.
Eftir fundin fekk landsapotekarin at vita, at málið kundi enda við burturvísing. Hann skuldi ikki møta til arbeiðis, meðan málið varð kannað, og varð biðin um at lata aðalráðnum eina frágreiðing.
16. februar varð málið viðgjørt á nýggjum fundi. Tá helt aðalráðið fast við, at Hjalti Gunnarstein skuldi fáa ætlanarskriv um burturvísing.
Dagin eftir, 17. februar, segði hann sjálvur upp sum landsapotekari.
Hálvan annan tíma eftir uppsøgnina váttaði aðalráðið, at uppsøgnin var móttikin. Samstundis varð Hjalti Gunnarstein biðin um beinanvegin at lata øll arbeiðsamboð inn. Hann fekk løn út februar, men ikki longur.
Umboðsmaðurin kravdi nýggja viðgerð
Tað hevur verið trupult hjá Kringvarpinum at fáa innlit í málið. Hvørki Hjalti Gunnarstein ella aðalráðið vildu tá greiða frá, hví hann fór úr starvinum.
Kringvarpið fekk ikki innlit í málið, fyrr enn Løgtingsins umboðsmaður í tveimum umførum hevði givið aðalráðnum boð um at viðgera innlitsumbønina av nýggjum.
Bjørgfríð Ludvig vil ikki siga, hví hon í februar metti, at málið var so álvarsamt, at talan kundi gerast um burturvísing.
Aðalráðið meldaði ikki málið til løgregluna. Sambært aðalstjóranum var málið hjá ráðnum liðugt, tá Hjalti Gunnarstein sjálvur segði upp.
Nú er hann skuldsettur
Málið endaði kortini hjá løgregluni.
Landslæknin hevði í sambandi við eitt eftirlit biðið donsku Styrelsen for Patientsikkerhed um at meta um málið. Lars Fodgaard Møller, landslækni, váttar fyri Kringvarpinum, at styrelsen metti málið vera so álvarsamt, at tað varð meldað til løgregluna.
Hjalti Gunnarstein er nú skuldsettur.
Tað váttar Michael Boolsen, fúti, sum ikki vil upplýsa, hvat hann er skuldsettur fyri, tí talan er um eitt revsimál, sum framvegis er undir viðgerð.
Málið er sambært fútanum næstan liðugt fyrireikað, og fyrsta dagin verður støða tikin til, um ákæra skal reisast móti fyrrverandi landsapotekaranum.
Ingun Hansen, virkandi landsapotekari, sigur við Kringvarpið, at Apoteksverkið hevur styrkt innanhýsis mannagongdirnar fyri at tryggja, at stovnurin heldur galdandi lógir og kunngerðir.
Kringvarpið hevur ikki fingið viðmerking frá Hjalta Gunnarstein.










