Í ár verður eitt nýtt, spennandi og ókeypis tiltak á Ljósfestini í Vági. Hetta verður fríggjakvøldið frá klokkan 22 til midnátt.
- Tá verður Silent Disco á økinum frammanfyri pallin, har øll eru vælkomin at royna eina heilt serliga tónleikauppliving.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at við einum tráðleysum headsetti kanst tú velja millum ymiskar tónleikastøðir og dansa saman við øðrum – hvør við sínum lag, men kortini í sama felagsskapi.
- Tað sær kanska eitt sindur løgið út uttanífrá, men tá tú hevur fingið headsettið upp á, skilir tú skjótt, hví Silent Disco er vorðið so vælumtókt kring heimin.
Endamálið við tiltakinum er at geva teimum ungu eitt spennandi kvøldartilboð á Ljósfestini, samstundis sum Silent Disco er eitt tiltak, ið kann savna fólk í øllum aldri.
- Tí vóna vit, at bæði ung og eldri taka sær eitt headsett og royna hesa stuttligu upplivingina.
Í Vágs kommunu leggja tey aftrat, at tiltakið er fyriskipað av FC Suðuroy og VB og verður møguligt við góðum stuðli frá Bygma Suðuroy.










