Ein nýggjur útróðrarbátur er komin til Strendur, og hetta er báturin við navninum Maru, sum er bygdur í Litava og er av slagnum, Seigur.
- Tað er felagið Aron, ið er skrásett á Strondum, sum eigur og skal reka bátin, verður sagt í Sjóvar kommunu.
Víst verður á, at Maru er 12,4 metrar langur, 4,5 metrar breiður og lastar 25.000 pund.
- Motorurin er ein 294 KW Scania. Báturin hevur síðuskrúvu aftan og framman og er sterkt bygdur, verður sagt.
Enn er ymiskt, sum skal gerast, áðrenn báturin kann loysa og fara í vinnu.
- Egningarmaskina, pavnur og ymisk útgerð skal riggast til, áðrenn farast kann fyrsta túrin - um ein mánað ella so.
Lagt verur aftrat, at 3-4 mans verða við bátinum, og í Sjóvar kommunu verður ynskt eigarunum tillukku og góða eydnu.
Á heimasíðuni - www.sjovar.fo - síggjast fleiri myndir av nýggja útróðrarbátinum.
##med2##
##med3##












