Adrian R. Justinussen skoraði í júst avgreidda kappingarárinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini 12 mál fyri AC Horsens og Hillerød. Frederik Gytkjær hjá Lyngby skoraði eisini 12 mál.
Men Adrian hevur lagt upp til fýra mál (assist), meðan Frederik Gytkjær bert hevur lagt upp til eitt mál. Sostatt hevur Adrian 16 málstig, meðan Frederik Gytkjær hevur 13 málstig.
Tí er Adrian staðfestur toppskjútti í deildini, kappingarárið 2025/2026.
Eitt minniligt kappingarár, har Adrian eisini flutti upp í superliguni við liði sínum, AC Horsens.
HER eru 10 teir fremstu málskjúttarnir í deildini:
##med2##












