Fundurin varð hildin á kommunuskrivstovuni í Tvøroyri, har kommunustýrislimir og borgarstjórar úr nevndu kommunum luttóku.
- Endamálið við fundinum var at kunna um og umrøða ætlanirnar um at byggja ein nýggjan og tíðarhóskandi heilsudepil í Suðuroynni, sum kann rúma virkseminum hjá kommunulæknunum í læknaøki 5.
Eisini varð tosað um møguleikan at samansjóða aðrar heilsutænastur í sama bygningi, herundir møguleikan fyri at skapa góðar og framtíðartryggjaðar karmar fyri apoteksvirksemi.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, greiddi frá teimum viðgerðum og fundum, sum hava verið millum kommunurnar og kommunulæknarnar. Hann vísti á, at kommunulæknarnir hava mælt til at savna virksemið í einum felags heilsudepli, sum kann veita borgarunum í Suðuroynni betri tænastur og samstundis tryggja starvsfólkunum góð og nútímans arbeiðsviðurskifti.
Á fundinum varð eisini lagt fram eitt uppskot, sum arkitektavirkið BRIM hevur gjørt.
- Uppskotið fevnir um eina nýggja heilsumiðstøð við plássi fyri fimm kommunulæknaviðtalueindum og møguleika fyri, at apotekið verður ein natúrligur partur av samlaðu loysnini. Endamálið er at savna týðandi heilsutænastur undir somu lon og skapa góðar umstøður, bæði fyri borgarar og starvsfólk.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu verður sagt, at landstýriskvinnan tók væl ímóti teimum sjónarmiðum og upplýsingum, sum komu fram á fundinum. Hon segði seg skilja tey argument, sum vórðu løgd fram, og boðaði frá, at hon fer at seta seg nærri inn í málið, áðrenn endalig støða verður tikin til ætlanina.
- Kommunurnar fegnast um góða og jaliga samrøðu við landstýriskvinnuna og heilsumálaráðið og vóna, at arbeiðið at finna eina varandi og framtíðartryggjaða loysn fyri heilsutænasturnar í Suðuroynni kann halda fram í góðum samstarvi millum land og kommunur, verður lagt aftrat.











