Súkkludagur í Havn í góðum veðri

Altjóða súkkludagur var í gjár. Miðbýurin bleiv stongdur fyri bilum í nakrar tímar, og so sluppu súkklurnar at eiga vegirnar eina løtu.

Nógv børn høvdu tikið súkkluna oman í býin, og tey hugnaðu sær óført saman við Angelu og Hannibal hetta stilla summarkvøldið, har øll motorljóð hvurvu úr miðbýnum í nakrar tímar.

 

ST samtykti í 2018, at 3. juni skal vera altjóða súkkludagur. Hetta varð gjørt fyri at viðurkenna, hvussu súkklan gjøgnum tvær øldir hevur verið eitt hent og fjølbroytt amboð hjá menniskjum, og at súkklan er ein einfaldur, bíligur, álítandi, umhvørvisvinaligur og burðardyggur máti at flyta seg.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

 

Elsa Berg, borgarstjóri, setti altjóða súkkludagin við millum annað at siga, at rættiliga nógv munnu hava eina súkklu sum eitt av sínum fyrstu barnaminnum - um tað so er ein lítil tríhjólað súkkla, ella sum í hennara føri, ein lítil barnasúkkla við stuðulshjólum aftan

Ein súkklubreyt við forðingum av ymsum slag var sett upp, og so ráddi um at stýra rætt

Tær heilt smáu súkklurnar og teirra heilt smáu eigarar vóru eisini komin á súkkludag

Gunnar Dahl-Olsen mátti líka koyra luft í, áðrenn

Angela og Hannibal kundu fara avstað Og so fór alt fylgið oman eftir Áarvegnum