Adrian skoraði tvey mál í stórsigri hjá Hillerød

Adrian Justinussen hevur nú skotið sjey mál í fimm dystum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Adrian Justinussen heldur fast í góðu gongdini við Hillerød í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag vann Hillerød á heimavølli 4-0 á B93 í tí niðara endaspælinum.

 

Longu í fyrsta minuttinum legði Adrian Hillerød á odda 1-0. Gamli B36 og HB-leikarin, Sebastian Pingel økti til 2-0 tá bert tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Tað gingu ikki meir enn fýra minuttir, so var Adrian aftur á blettinum og skoraði annað málið hjá sær. 

 

Alessio Alicino staðfesti sigurin tá 73 minuttir vóru leiktir av dystinum. 

 

Adrian hevur skotið sjey mál fyri Hillerød í fimm dystum, ið má sigast at vera sera flott.

 

Hillerød er fremst í niðara endaspælinum við 33 stigum. Nummar tvey er B93 við 28 stigum, so dysturin í dag boðar frá góðum.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Hillerød dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Halli Hansson, AC Horsens. 

 

HER  ber til at síggja fyrra málið hjá Adrian.