info
Ongi úrslit

Høvuðsvalevnið hjá Framsókn í Havn bakkar út

Kári Johansen er longu farin av aftur listanum hjá Framsókn

Eirikur Lindenskov
17. oktober 2024 kl. 14:07

Kári Johansen, býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum í Havn, sum hevur meldað seg úr Javnaðarflokkinum, tí hann fór »heim aftur í Framsókn«, sum hann sjálvur málbar seg, er ikki longur á listanum hjá Framsókn.

Tað váttar Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

Hon sigur, at Kári Johansen hevur tikið seg av listanum hjá Framsókn ein av seinastu døgunum.

– Eftir at hava hugsað meg um í eina tíð, skal eg hervið boða frá, at eg havi tikið avgerð um at stilla upp á listanum hjá Framsókn til komandi kommunuval, segði Kári Johansen í fráboðan 8. august.

Trupulleikin hjá Kára Johansen var, sambært honum sjálvum, at »hosurnar í Javnarflokkinum vóru ov trongar hjá sær at vera í«.

- Harafturímóti passa míni politisku áhugamál væl í Framsókn, segði Kári Johansen, sum eisini kendi seg vælkomnan í Framsókn, har hann saman við øðrum valevnum var í ferð at gera valskránna lidna.

Men soleiðis skuldi tað kortini ikki vera. Kári Johansen er nú eftir øllum at døma eisini fyrrverandi limur í Framsókn – í øllum førum hevur hann tikið seg av listanum.

Spurningurin er so, hvar Kári Johansen stillar upp – ella um hann gevst í politikki.

Hann hevði ikki stundir at tosa við in.fo, tá vit ringdu til hansara.

Men eftir stendur í øllum førum, at fýra býráðslimir hjá Javnaðarflokkinum ikki eru á nøkrum lista, sum er kunngjørdur, og heldur ikki eru á listanum hjá Framsókn.

Spurningurin er so, um onkur teirra eru farin heimaftur í Javnaðarflokkin, ella um vit fáa ein nýggjan borgaralista, sum hevur nóg víðar hosur til avhopparar úr Javnaðarflokkinum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Tey rokast í Skúgvi í dag

Í gjár kl. 16:05

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

HF Karlskrona misti sigurin seinastu løtuna

45 minuttir síðan
Tíðindi

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1 tími síðan
Tíðindi

Nærum fýra milli­ónir til hjálpar­arbeiðið hjá Reyða Krossi

1 tími síðan
Hondbóltur

Ajax og Ejstrup/Hærvejen vunnu stórsigrar

2 tímar síðan
Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

7 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

8 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

9 tímar síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

9 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

9 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

10 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

10 tímar síðan