Russland ávarar nú Ísrael

Russiska uttanríkisráðið ávarar nú Ísrael ímóti at leypa á kjarnorkuvápnini hjá Iran, sum hevnd fyri iranska álopið á Ísrael herfyri

Eftir ógvusliga iranska álopið á Ísrael herfyri, soleiðis sum myndin omanfyri vísir, hevur verið stúrt fyri, hvat svarið hjá Ísrael verður.

 

Ísrael hevur nevniliga hótt við, at iranska álopið skal hevnast - tó uttan at siga, hvørjar ætlaninar í hesum sambandi eru.

 

Nú ávarar russiska uttanríkisráðið Ísrael ímóti at leypa á kjarnorkuvápnini hjá Iran.

 

Tað er russiska tíðindastovan Tass, sum ber hesi tíðindi í dag, og tað er Reuters, sum endurgevur Tass fyri hesar útsagnir.

 

Flyta vit okkum til støðuna í Gazageiranum í morgun, har Ísrael roynir at beina fyri Hamas, verður sagt, at fleiri fólk hava latið lív í ísraelskum álopi.

 

Palestinsku myndugleikarnir í Gazageiranum siga sambært Reuters, at 19 fólk hava latið lív, og mong eru særd.

 

Sagt verður, at ísraelsku álopini hesaferð vóru vend móti einum skúla í Jabalia í Gazageiranum.

 

##med2##

 

Tað er ikki ókent, vita fleiri útlendskir tíðindamiðlar at siga, at Hamas brúkar sivilfólk sum skjøldur, eitt nú flóttafólkalegur, sjúkrahús og skúlar.

 

##med3##

 

 

 

Soleiðis skrivar norska kringvarpið - NRK - í dag