Uppsøgnin av Håkan Ericson eru stórtíðindi í Svøríki

Fýra tey størstu bløðini í Svøríki hava øll søguna um uppsøgnina

Fyrr í dag gjørdist tað greitt, at Håkan Ericson er søga sum føroyskur landsliðsvenjari. 

 

Tað hevur givið endurljóð í heimlandinum hjá Håkan Ericson, at hann hevur fingið sekkin sum føroyskur landsliðsvenjari. 

 

Tey fýra størstu bløðini í Svøríki, Expressen, Aftonbladet, Dagens Nyheter og Göteborgsposten hava øll søguna:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Í Expressen greiðir Håkan Ericson frá síni fyrstu tíð sum landsliðsvenjari hjá Føroyum: - Eg møtti leikarunum tríggjar dagar áðrenn tann fyrsta kappingardystin. Eg hevði spurt um eg skuldi práta á svenskum ella á enskum. So eg fór á fund við teir uttan at vita hvat mál eg skuldi brúka. Tað var bara at leypa í tað og koyra á. 

 

Spurdur av Expressen um hann fer at sakna Føroyar svarar Håkan Ericson: - Eg haldi eg fyrst helt uppat at taka myndir, tá eg hevði tikið 10.000 myndir. Føroyar eru eitt framúr vakurt og serstakt land. Eg komi at sakna Føroyar, men Føroyar eru framvegis har, sigur Håkan Ericson. 

 

Við Expressen slær Håkan Ericson eisini fast, at hann kennir seg ikki sum eitt flopp sum føroyskur landsliðsvenjari.