Brasilski Adriano varð eitt skifti mettur sum ein av heimsins bestu áleyparum, men rúsdrekkatrupulleikar og ein depression gjørdu sítt fyri at steðga málskjótingini. Nú er fótbóltsgleðin tó funnin aftur, og í gjár kundi hann taka ímóti meistarasteypinum í Brasil, eftir at teir í seinasta umfarinum vunnu 2-1 á Gremio og harvið hildu seg tvey stig framman fyri Internacional og Sao Paulo. Og luturin hjá Adriano lá ikki eftir. Við 19 málum var hann nevnliga besti málskjúttin hjá Flamengo í ár.