- Tað kemur at hava stóra ávirkan á okkara felag, og tað merkir eisini, at tilgongdin steðgar fullkomiliga.
Tað sigur formaðurin í svimjifelagnum Ægir, Dan Hjelm, nú tað hevur verið frammi, at svimjihøllin í Klaksvík møguliga verður stong í einar sjey mánaðir vegna umfatandi umvælingar.
Hvønn vetur plagar felagið at hava svimjiskúla í svimjihøllini í Klaksvík, har millum 60 og 90 børn í aldrinum fimm til 10 ár læra at svimja.
- Verður høllin stongd, kunnu vit ikki hava svimjiskúlan fyri hesum børnunum. Og tað merkir, at vit missa ein heilan árgang, og tað er serstakliga óheppið, sigur Dan Hjelm.
- Í ringasta falli kann hetta føra til, at felagið doyr út. Vanligt hevur verið, at vit burtur úr hvørjum árgangi frá svimjiskúlanum hava fingið einar tríggjar til fýra svimjarar, sum umboða felagið, men tann gongdin verður so ikki hesaferð, um høllin letur aftur, staðfestir Dan Hjelm.
Hann skilir tó væl, at neyðugt er at umvæla høllina.
- Sjálvandi skulu vit hava eina modernaða høll. Eg havi eisini tosað við leiðaran í høllini, um at tey eldru svimjararnir skulu sleppa at venja so nógv sum møguligt. Trupulleikin er hesi yngru børnini, sum nú ikki sleppa at læra at svimja, sigur Dan Hjelm.
Eftir ætlan skal Klaksvíkar Kommuna taka støðu til málið um einar tvær vikur.