Ælabogin heldur 15 ára føðingardag

Tann 29. september í ár vóru 15 ár síðan nakrir spælarar við stuðli frá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla stovnaðu Orkestrið Ælabogin.

 

Tað serliga við hesum orkestri er, at allir spælararnir hava serligar avbjóðingar. Tey hava vant dúgliga øll árini í Skansastovu, og væl má sigast at verða komið burturúr.

 

Fýra ferðir hava tey umboðað Føroyar á Musikstevnu í Noregi. Har hava tey spælt saman við norskum orkestrum, har spælararnir eisini hava menningartarn.

 

Hvørt ár verður roynt at kring um í Føroyum at hava konsertir, men annars spæla tey til ymisk høvi, tá tey verða biðin.

 

Men árliga Hornorkesturstevnan er afturvendandi tiltak, ið tey gleða seg til hvørt ár.

 

Venjarar fyrstu árini vóru Sámal Andrias Weihe, Brandur Øssurson og Annika Højgaard.

 

Fyri 10 árum síðani góvust Brandur og Sámal Andrias. Í teirra stað komu Eirikur Skála og Katrin Jørgensen, og saman við Anniku leiða tey framveis Orkestrið Ælabogan.

 

Í sambandi við føðingardagin fer Ælabogin at hava eina føðingardagsskonsert í Perluni í Tórsgøtu hósdagin klokkan 17.00 og har eru øll vælkomin at lurta.